2022-04-17 12:28
Uppsjóvarskipið Birita kom í gjárkvøldið á Fuglafjørð, har skipið skal landa 1800 tons.
Birita hevur verið á svartkjafteveiðu sunnanfyri í føroyskum sjógvi. Fiskiskapurin hevur verið góður hendan túrin, og tá ið liðugt er at landa, verður farið aftur á svartkjaftaveiðu.
Veiðan verður landað til Havsbrún, har svartkjafturin verður framleiddur til mjøl og lýsi, og síðan til fóður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald