Innanlands

Bjarni Hammer stendur spyrjandi

Undrast á, at surimivirkið hjá Varðanum Pelagic ikki fær menningarkvotu

Bjarni Hammer, tingmaður fyri Javnaðarflokkin (Mynd: Jens Kr. Vang)

Bjarni Hammer, tingmaður fyri Javnaðarflokkin (Mynd: Jens Kr. Vang)

2018-08-14 18:01 Author image
Sverri Egholm

Ongin menningarkvota til mest ambitiøsu menningarætlanina í Føroyum í nýggjari tíð. Eitt nýmótans og framtíðartryggjað surimivirki, sum veruliga vildi virðisøkt svartkjaftin. Eitt tilfeingil, sum vanliga er farið í kvørnina.

Tað sigur Bjarni Hammer, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, í viðmerking nú menningarkvoturnar loksins eru útlutaðar.

Hann undrast á at Varðin Pelagic ikki hevur fingið part av menningarkvotunum.

- Økið hevur minkandi fólkatal, hægsta arbeiðsloysi og nevnda verkætlanin stuðlar undir virðisøking á staðnum, grundgevur Bjarni Hammer við.

- Spennandi verður at vita um økini sum fáa kvoturnar uppfylla settu treytirnar í lógini enn betur, sigur tingmaðurin.

Tilsamans vóru útlutað 33.530 tons av svartkjafti, 7.875 tons av makreli og 6.759 tons av sild. Í alt fingu níggju feløg útlutað menningarkvotu.

Les eisini: Størsti parturin fór til Vestmanna og Vágar

placeholder
placeholder