2024-02-14 22:32
Bønarløta fyri teimum saknaðu við Kambi verður í Vágs kirkju hóskvøldið 15. februar klokkan 19.
Onkrir av manningini vóru úr Vági, og í tí sambandi verður bønarløta. Møguleiki verður eisini at tendra eitt ljós.
Tað var týsmorgunin í síðstu viku at Kambur fekk ein sjógv og frystilínuskipið sakk seinni. Tveir menn, ein 47 ára gamal og ein 57 ára gamal, komu ikki afturíaftur.
--
Frá sjófrágreiðingini
- Tá eg kom uppaftur úr sjónum var einki at síggja til hann
Bara ein maður sá kokkin henda morgunin
Menninir á brúnni máttu hivast upp við brandslangu
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald