Innanlands

Borgarin landar í Fuglafirði

Borgarin er komin inn við knapt 700 tonsum av sild

Borgarin (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Borgarin (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2025-11-24 07:04 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Borgarin kom í gjárkvøldið á Fuglafjørð, har skipið skal landa sild.

Borgarin hevur verið á sildaveiðu í íslendskum sjógvi, og veiðan, 670 tons, skal landast til Pelagos.

Seinastu dagarnar hava føroysku skipini ligið beint uttanfyri íslendska markið og bíða til sildin kemur útum, men tað hevur tikið sína tíð, men í ár er ligið seinni út á árið enn vanligt er.  

Borgarin fer aftur á sildaveiðu tá ið liðugt er at landa.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder