2025-10-20 18:04

Uppsjóvarskipið Borgarin er komið á Fuglafjørð, har skipið skal landa svartkjaft.
Borgarin hevur verið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Við til lands hevur Borgarin 1.400 tons, sum verða landað til Havsbrún, har svartkjafturin verður framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður.
Tá ið Borgarin hevur landað, verður farið aftur til fiskiskap.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald