2024-08-14 06:46
Borgarin er komin inn við 450 tonsum av makreli, sum skal landast til Pelagos í Fuglafirði.
Borgarin hevur havt góðan fiskiskap eftir makreli hendan túrin, og fór á Ánirnar at bíða til Katrin Jóhanna hevur landað.
Talan er um góðan makrel skipini fáa, sum liggur um 550 gramm í miðal.
Borgarin fer aftur á makrelveiðu tá ið liðugt er at landa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald