2021-08-29 22:27
Brimil kom um sjey tíðina í kvøld á Skálafjørðin við uppsjóvarskipinum Christian, sum reiðaríið Christian í Grótinum hevur fingið sær, meðan bíðað verður eftir nýggja skipinum.
Orsøkin er at trupulleikar eru við maskinuni, men júst hvat er ikki greitt enn. Skipið skal í dokkina í morgin fyri at staðfesta feilin.
Teir vóru á makrelfeltinum tá teir fingu maskintrupulleikar.
Tað var í desember í fjør, at reiðaríið keypti avoysaraskipið úr Íslandi. Christian er bygdur í 1996.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald