Innanlands

Brimil sleipaði Váðastein á Toftir

Skipið fekk í morgun maskintrupulleikar, tá tað var statt seks fjórðingar norður úr Kallinum

Váðasteinur (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Váðasteinur (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2021-03-22 17:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tíðliga í morgun var boð eftir Brimli, tá fiskiskipið Váðasteinur hevði fingið maskintrupulleikar.

Skipið varð statt seks fjórðingar norður úr Kallinum, og Brimil sleipaði tað á Toftir.

Sambært heimasíðuni hjá Vørn tók sleipið átta tímar og 25 minuttir.

Váðasteinur, sum hoyrir heima á Toftum, varð smíðað á Tórshavnar Skipasmiðju í 1977.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder