Innanlands

Broytingar í FarCargo

Farmaflogfelagið FarCargo hevur gjørt broytingar i leiðslu og nevnd. Regin Jacobsen er komin inn sum stjóri, og Rúni M. Hansen er komin inn sum nevndarformaður.

Regin Jacobsen, stjóri í Farcargo og Rúni M. Hansen, nevndarformaður. Mynd Anders Furuset, Dagens Næringsliv

Regin Jacobsen, stjóri í Farcargo og Rúni M. Hansen, nevndarformaður. Mynd Anders Furuset, Dagens Næringsliv

2025-12-29 13:52 Author image
Jan Müller
placeholder

Regin Jacobsen, sum var nevndarformaður í FarCargo, er nú farin frá sum nevndarformaður og er vorðin stjóri í felagnum. Í hansara stað, sum nevndarformaður, er Rúni M. Hansen komin inn.

Hinir í gomlu nevndini vóru Hans Meinhard á Høgabóli, Heðin Krett og Andrew Djurhuus. Allir hesir eru farnir úr nevndini, men eru framvegis virknir í felagnum, saman við stjóranum síðstu árini Hanus Jacobsen, sum eisini heldur áfram. Nýggja nevndin er nú tann sama, sum er í øllum Bakkafrost samtakinum. 

Sum sæst av nýggju skrásetingini, so er eitt skuldarumskifti farið fram. Felagið er nú eitt 100% dóttirfelag av Bakkafrost samtakinum, og hevur nú somu nevnd og forstjóra, sum øll feløgini í Bakkafrost samtakinum hava.

FarCargo var stovnað í 2021. Bakkafrost var størsti eigari frá byrjan, men eigur nú allan partapeningin í felagnum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder