Innanlands

Broytingar í kunngerðini um makrel sendar til ummælis

Bert 12 føroysk skip kunnu royna eftir makreli í norskum sjógvi ísenn. Eru fleiri enn 12 umsóknir, verður lutakast millum innkomnu umsóknirnar

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2024-07-10 14:50 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur sent uppskot um broytingar í makrelkunngerðini til ummælis.

Føroyar, Bretland og Noreg skrivaðu nýliga undir semju um at skipa fiskiskapin eftir makreli í 2024. Í avtaluni fingu Føroyar eina kvotu upp á 98.708 tons.

Samstundis er avtalað, at Føroyar kunnu fiska 35 prosent av síni kvotu í bretskum sjógvi og 40 prosent í norskum sjógvi. Í 2024 er talan um 31.054 tons í bretskum sjógvi og 35.191 tons í norskum sjógvi.

Uppskotið, sum nú er sent til ummælis, staðfestir endaligu føroysku makrelkvotuna í 2024 og dagførir kvotutølini.

Harnæst er uppskot um, hvussu atgongdin at fiska makrel í bretskum sjógvi og norskum sjógvi verður skipað. Eftir uppskotinum er atgongdin býtt millum bólkar av fiskiførum í sama lutfalli sum í makrelbýtinum.

Avtalað er við Noreg, at í mesta lagi 12 føroysk skip kunnu royna eftir makreli í norskum sjógvi í senn. Tí er í uppskotinum til kunngerð ein áseting um, hvussu farið verður fram, um fleiri enn 12 føroysk skip søkja Vørn um loyvi at fiska makrel í norskum sjógvi.

Avtalan við Noreg er treytað av, at allur makrelur, sum føroysk skip fiska í norskum sjógvi, skal seljast gjøgnum ella við góðkenning frá Norges Sildesalgslag.

Fyri at føroysk skip skulu kunna fara í norskan sjógv, er tí neyðugt at broyta kunngerðina um landing í Føroyum, so at makrelur, veiddur í norskum sjógvi, verður undantikin kravinum um landing og avreiðing í Føroyum.

Uppskotið um broytingar í makrelkunngerðini er til ummælis fram til 16. juli 2024.

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder