Innanlands

Trolbáturin Búgvin bestur í bólkinum

Búgvin fiskaði fyri knappar 21,6 mio krónur í 2025

Búgvin var besti trolbátur í bólkinum í 2025 (Savnsmynd: Thoedor Joensen)

Búgvin var besti trolbátur í bólkinum í 2025 (Savnsmynd: Thoedor Joensen)

2026-01-02 15:19 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Trolbáturin Búgvin var besti trolbáturin í bólkinum í fjør, sum er bólkur 4T.

Búgvin fiskaði fyri tilsamans 21.599.664 krónur, og er tað umleið 1,6 milliónir krónur meira enn Sigatindur, sum gjørdist nummar tvey á listanum við einum avreiðingarvirði á 19.995.626 krónur.  

Nummar trý á listanum gjørdist Fiskaklettur við einum avreiðingarvirði á 18.776.450 krónur.

Jens Leon gjørdist nummar fýra við einum avreiðingarviri á 18.574.829 krónur. Olga Maria gjørdist nummar fimm við einum avreiðingarvirði á 15.610.495 krónum.

Nummar seks gjørdist Skálafossur, sum landaði fyri 13.005.202 krónur. 

Listin kann síggjast her.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder