Christian fingið navnið Vestmenningur

Navnið er nú málað á skipið, sum hevur havt heimstað í Klaksvík seinasta góða árið

Mynd: Birgir Waag Høgnesen

Mynd: Birgir Waag Høgnesen

2022-02-15 20:56 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Christian, sum hevur havt heimstað í Klaksvík seinastu tíðina, er selt til Vestmanna, og hevur fingið navnið Vestmenningur.

Skipið, sum varð keypt til Føroyar síðst í 2020, skuldi brúkast til at fiska kvoturnar hjá undanfarnu eigarunum, sum høvdu selt eitt annað skip av landinum í sambandi við, at felagið byggir eitt nýtt og stórt uppsjóvarskip í Danmark.

Skipið er selt fyri 45 milliónir krónur, sum er knappar 10 milliónur meira enn skipið varð keypt fyri tá ið tað kom úr Íslandi. Skipið er tó dagført og er í munandi betri standi nú enn tá.

Tað er Vestmanna Fiskavirkið, sum er nýggi eigarin av skipinum, og sum skal brúka skipið til at fiskað uppsjóvarkvotur, sum virkið hevur fingið tillutað.

Talan er um menningarkvotur, sum eru gjørdar um til varandi kvotur.

Vestmenningur er ikki eitt ókent skipanavn í Vestmanna. Seinast skip hevði hetta navnið var tá ið Tummas Christophersen átti partrolararnar Vestmenning og Fram, sum vóru seldir til Klaksvíkar í 2011.

Vestmenningur fer til fiskiskap í vár.

[object Object]Mynd: Birgir Waag Høgnesen

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder