2026-05-16 07:06
Uppsjóvarskipið christian í Grótinum hevur verið á svartkjaftaveiðu, og skal landa til Havsbrún í Fuglafirði.
Christian í Grótinum hevur hendan túrin fiskað 2.700 tons av svartkjafti, sum skal landast til ídnað hjá Havsbrún, har svartkjafturin verður framleiddur til mjøl og lýsi og síðani til fóður.
Seinastu tíðina hevur fisksiskapurin eftir svartkjafti verið smáligur, og flestu skipini eru farin á sildaveiðu í føroyskum sjógvi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald