Nýggjasta flaggskipið í føroysku uppsjóvarvinnuni, er nú skjótt klárt at lata eigarunum.
Skipið er í løtuni royndartúr, í sambandi við at seinasta hond verður løgd á skipið.
Christian í Grótinum hevur í vikuni tikið útgerð umborð, og í dag fór Christian í Grótinum royndartúr, har útgerðin skal roynast og ymsikt annað.
Talan er um eitt skip, sum er heili 90 metrar langt, umleið 18 metrar breitt og kostar umleið 300 milliónir krónur, og er samstundis tað størsta skipið, sum er bygt í Skagen higartil og tað dýrasta.
Nógv fólk eru sum skilst umborð í sambandi við at skipið verður royndarkoyrt. Talan er um umboð frá veitarunum, sum hava ymiskt tilknýti til arbeiðið umborð.
Eftir ætlan skuldi Christian í Grótinum latast eigarunum síðst í januar, men hetta varð seinkað nakað, og tí verður skipið eftir ætlan latið eigarunum í Klaksvík um mánaðarskiftið.
Fleiri frá royndartúrinum síggjast á Facebooksíðuni hjá RCS Photography her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald