Innanlands

Christian í Grótinum kann taka metið hjá Gøtunes

Christian í Grótinum hevur boðað frá á Sildelaget, at skipið hevur fiskað 2.650 tons av sild, sum er neyvt sama nøgd, sum Gøtunes júst hevur landað og sum var met

Christian í Grótinum (Savnsmynd: Calum Gray)

Christian í Grótinum (Savnsmynd: Calum Gray)

2026-01-27 09:17 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Christian í Grótinum skal landa eina heilt stóra sildalast til matna hjá Pelagos, sum skipið hevur fiskað í norskum sjógvi.

Christian í Grótinum setti sunnudagin kós móti Føroyum, har skipið skal landa sild, eftir at hava roynt í norskum sjógvi.

Fiskiskapurin hevur verið góður hendan túrin, og Christian í Grótinum hevur boðað norska Sildelaget frá, at skipið hevur fiskað 2.650 tons av sild, sum er júst sama nøgd, sum Gøtunes júst hevur landað til Varðan Pelagic, og sum var met. 

Varðin skrivaði um stóru nøgdina, sum bleiv landað til matna hjá Varðanum Pelagic, at tað eru túrar, sum tann seinasti hjá Gøtunes, at støddin á skipinum veruliga kemur til sín rætt. Langt er at sigla hvønn vegin, og at tað er ein fyrimunur at hava stóra last, tá ið tað er so langt at sigla frá feltinum og inn at landa. 

Christian í Grótinum er ikki langt aftan fyri Gøtunes í stødd, og kann tí taka metið frá Gøtunes tá ið liðugt er at landa til Pelagos. 

Christian í Grótinum verður á Fuglafirði í kvøld, og ikki fyrr enn liðugt er at landa, fæst at vita um Christian í Grótinum hevur tikið metið frá Gøtunes.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder