Innanlands

Christian í Grótinum komin í føroyskan sjógv at leita eftir svartkjafti

Fiskiskapurin er so smáligur í altjóða sjógvi, at uppsjóvarskipini koma nú í føroyskan sjógv at leita eftir svartkjafti

Christian í Grótinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Christian í Grótinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-03-22 07:18 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Nýggjasta uppsjóvarskipið í føroyska flotanum, Christian í Grótinum,hevur seinastu tíðina leitað eftir svartkjafti í altjóða sjógvi vestan fyri Írland.

Fiskiskapurin hevur tó verið so smáligur, at skipini nú eru komin aftur í føroyskan sjógv at leita, sigur Bogi Rasmussen, skipari á Christian í Grótinum, sum saman við Fagraberg hevur leitað eftir svartkjafti í altjóða sjógvi seinastu dagarnar.

- Vit høvdu eitt hampuligt hál, har vit høvdu eitt sindur oman fyri 200 tons, men síðan er sum so einki hent, og vit valdu at koma í føroyskan sjógv at leita, sigur Bogi Rasmussen.

Fiskiskapurn eftir svartkjafti í føroyskum sjógvi plagar at taka seg upp síðst í mars og fyrst í apríl, og flestu uppsjóvarskipini bíða til svartkjafturin kemur í føroyskan sjógv.

Tó eru nøkur fá uppsjóvarskip framvegis á lodnuveiðu við Ísland. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder