Innanlands

Christian í Grótinum landar fyrstu lastina í Fuglafirði

Christian í Grótinum byrjaði at landa til Havsbrún í morgun

Christian í Grótinum (savnsmynd: Sverri Egholm)

Christian í Grótinum (savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-03-25 07:18 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Nýggjasta uppsjóvarskipið í flotanum kom á Fuglafjørð tíðliga í morgun, har skipið skal landa svartkjaft.

Christian í Grótinum byrjaði túrin undir Føroyum, har skipið skuldi royna ymsa útgerð. Síðan fór Christian í Grótinum í altjóða sjógv vestanfyri Írland, men har var fiskiskapurin so smáligur, at teir komu aftur í føroyskan sjógv, har teir nú hava fiskað seinastu dagarnar.

Christian í Grótinum hevur ímillum 900-1000 tons av svartkjafti, sum verður landaður til Havsbrún, har svartkjafturin verður framleiddur til mjøl og lýsi, og síðan til fóður.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder