2023-07-25 22:21
Uppsjóvarskipið Christian í Grótinum kom í morgun á Fuglafjørð, har teir skuldu landa.
Christian í Grótinum hevur verið á makrelveiðu norðanfyri í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.
Veiðan - 600 tons, varð landað til Havsbrún, har makrelurin verður landaður til ídnað.
Føroysku makrelskipini hava nú fiskað nærum helvtina av makrelkvotuni fyri í ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald