Innanlands

Christian í Grótinum seinkaður nakrar vikur

Nýggi Christian í Grótinum skuldi eftir ætlan latast eigarunum síðst í januar, men hetta er útsett í nakrar vikur

Skrokkurin á Christian í Grótinum kom til Skagen í juli mánaða (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Skrokkurin á Christian í Grótinum kom til Skagen í juli mánaða (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2022-01-12 14:56 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Talan verður um fyrsta nýbygningin til føroysku fiskivinnuna, sum føroyingar fáa í 12 ár.

Christian í Grótinum, sum er størsta skipið, sum higartil er bygt á Karstensens Skibsværft, skuldi eftir ætlan latast reiðarínum í Klaksvík síðst í hesum mánaðinum, men hetta er útsett.

Bogi Rasmussen, sum er ein av eigarunum, og verður annar skiparin umborð, sigur í stuttari viðmerking við Portalin, at hetta ikki er nakað óvanligt, og at skipið helst kemur í februar heldur enn í januar.

Felagið aftanfyri Christian í Grótinum keypti í 2020 íslendska uppsjóvarskipið Margreth, sum fekk navnið Christian. Skipið skal fiskað kvoturnar hjá Christian í Grótinum til nýggja skipið kemur.

Felagið hevur fyri stuttum selt Christian til Vestmanna Fiskavirkið, sum skal yvirtaka skipið tá ið nýggi Christian í Grótinum kemur í flotan. 

Sí eisini: Myndir: Hildu tað vera eitt ferðamannaskip

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder