2022-05-09 06:44
Uppsjóvarskipið Christian í Grótinum setti í gjárkvøldið kós móti Thyborøn, har skipið skal landa svartkjaft.
Christian í Grótinum hevur fiskað svartkjaft sunnanfyri í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.
Skipið skal landa umleið 3200 tons av svartkjafti í Thyborøn áðrenn Christian í Grótinum fer aftur á svartkjaftaveiðu.
Sí eisini: Myndir av svartkjaftafeltinum
Videoupptøkur umborð á Christian í Grótinum í síðstu viku:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald