Fyri løtu síðani fór skrokkurin til nýggja Christian í Grótinum framvið Helsingborg og Helsingør í Oyrasundi, og hevur kós í Kattegat og móti Skagen.
Tað er sleiparin Formidable, sum tekur sær av at fáa nýggja stoltleikan hjá føroyingum til Karstensens skipasmiðjuna í Skagen, og eftir ætlan verður Christian í Grótinum har einaferð fyrrapartin í morgin.
Skipið skal gerast liðugt í Skagen og verður liðugt í januar. Nýggi Christian í Grótinum er knappar 90 metrar langur og 17 til 18 metrar breiður, og skal lasta umleið 3500 tons.
Kostnaðurin liggur um 300 milliónir krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald