Talan verður um ein stóran og stásuligan nýbygning, sum Karstensens Skibsværft hevur bygt fyri klaksvíkingar.
Nýggi Christian í Grótinum, sum er størsta skipið, sum er bygt í Skagen skal beinanvegin á svartkjaftaveiðu tá ið útgerð er tikin umborð.
Skipið verður yvirtikið um vikuskiftið, har dópur og veitsla verður í Skagen. Síðan verður kósin sett móti Føroyum sunnudagin, og væntandi verður nýggja flaggskipið í føroyska fiskiflotanum á Klaksvík mikudagin.
Skipað verður fyri móttøku í samband við at klaksvíkingar fáa nýtt skip, sum eisini er fyrsti nýbygningurin, sum føroyingar fáa í 12 ár.
Christian í Grótinum er tað, sum rópt verður fyri tangabátur, har fiskurin verður køldur niður í tangum, ímun til verksmiðjuskip, sum reiðaríið hevði áðrenn. Tó hevði reiðaríið eitt avloysaraskip, sum hevði kølitangar, sum reiðaríið hevur fiskað við seinsta árið.
Hetta skipið varð keypt til Føroyar í samband við at felagið seldi Christian í Grótinum til Grønlands.
Avloysaraskipið er selt til Vestemanna, har skipið nú hevur fingið heimstað og navnið Vestmenningur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald