Innanlands

Christian verður riggaður til makrelfiskiskapin

Ymiskar dagførðingar og annað viðlíkahaldsarbeiði verður gjørt við skipið

Mynd: Kiran Jóanesarson

Mynd: Kiran Jóanesarson

2021-06-09 06:50 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Christian liggur í løtuni á Skála, har ymiskt verður gjørt við skipið áðrenn tað skal á makrelveiðu um mánaðarskiftið juni/juli.

- Vit skulu gera ymiskar dagføringar við skipið, eitt nú skal høvuðsmotorurin yvirhálast og skipið málast, sigur Bogi Rasmussen, sum er annar skiparin og ein av eigarunum á Christian.

Mett verður, at arbeiðið kemur at taka ein góðan mánaða, og tá ið tað er liðugt fer Christian á makrelveiðu.

- Vit vistu at hettta arbeiðið skuldi gerast við skipið tá ið vit keyptu tað, og tí er tað ikki nakað yvirraskilsi fyri okkum. Eisini skal skipið pussast upp og málast, men vit hava ongar ætlanir at broyta litin til eyðkenda litin, sum skipini hjá okkum vanliga hava, sigur Bogi Rasmussen í samrøðu við Portalin.

Hann sipar til, at talan er um eitt fyribils skip, sum skal seljast tá ið reiðaríið yvirtekur ein nýbygning fyrst í komandi ári, og tí er ikki neyðugt at brúka óneyðuga orku uppa slíkt arbeiði.

[object Object](Mynd: Kiran Jóanesarson)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder