Í dag er Hiddenfjord komið út við sonevndari ESG frágreiðing um burðardygd fyri árini 2022 til 2024. Frágreiðingin ber heitið “Í samljóði við náttúruna”.
Hiddenfjord skrivar í tíðindaskrivi, at laksalúsin er framvegis stóra felags avbjóðingin hjá alivinnuni. Tí er avgerandi, at rætt verður farið fram fyri at tryggja varandi aling fyri okkum og okkara eftirkomarar. Í frágreiðingini greiðir Hiddenfjord frá um nýskapandi átøk sum eru gjørd til tess at royna at basa hesum trupulleika.
Stórur dentur verður eisini lagdur á miðvísa arbeiðið at minka um CO2-útlátið. Átøk, sum t.d. at gevast við flogflutningi, at nýta sólpanel og at nýta fóður við minni CO2-útláti, hava minkað samlaða CO2-útlátið hjá Hiddenfjord heili 39 prosentum frá 2019 til 2024, samstundis sum framleiðslan er vaksin við 42 prosentum í sama tíðarskeiði.
- Hetta prógvar, at vøkstur og minni útlát kunnu ganga hond í hond við røttu átøkunum og miðvísum arbeiði við burðardygd, sigur Atli Gregersen, stjóri í Hiddenfjord.
Starvsfólkahópurin hjá Hiddenfjord er vaksin nógv seinastu fimm árini. Í 2024 arbeiddu 456 starvsfólk og vóru tilsamans 357 ársverk í felagnum. Arbeiðið við sosialari burðardygd hjá Hiddenfjord verður eisini lýst í frágreiðingini.
ESG stendur fyri “Enviromental, social and governance”, og hetta er sostatt ein frágreiðing, ið lýsir hvat fyritøkan hevur gjørt fyri at betra um umhvørvið, sosialu viðurskiftini og stýringina av fyritøkuni.
ESG frágreiðingin um burðardygd hjá Hiddenfjord er greið og lætt lesilig. Hon sæst her.
Alistøðin við Fútaklett (Mynd: Hiddenfjord)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald