Innanlands

Dani nýggjur stjóri í GroAqua samtakinum

Niels Brynnum er nýggjur samtaksstjóri í GroAqua sum hevur høvuðssæti á Kambsdali, men hevur feløg í Skotlandi, Noreg og Pólandi

(Mynd: Google Maps)

(Mynd: Google Maps)

2025-04-25 16:36 Author image
Sverri Egholm
placeholder

GroAqua hevur sett Niels Brynnum í starv sum stjóra í samtakinum. Hann kemur aftaná Suna Justinussen, sum byrjaði sum stjóri á Magn 1. apríl.

Niels Brynnum er 53 ár og er ættaður úr Danmark, har hann eisini er búsitandi. Niels Brynnum hevur drúgvar leiðsluroyndir frá fleiri viðurkendum feløgum, og hevur starvast innan veitaravinnuna til alivinnuna í fleiri ymiskum londum.

- Vit eru fegin um at hava funnið ein dugnaligan og royndan leiðara til at leiða samtakið frameftir. GroAqua strembar eftir at verða fremsti veitari av burðardyggum loysnum til alivinnuna, og skal nýggi stjórin tryggja at tann kósin heldur fram, sigur Janus Thomsen, nevndarformaður í GroAqua.

Nýggi stjórin byrjar í starvinum 1. mai.

GroAqua, ið hevur høvuðssæti á Kambsdali, hevur feløg í Skotlandi, Norra og Pólandi, og selur sínar loysnir og tænastur til alifeløg í øllum norður Atlantshavi.

Bygnaðurin í samtakinum, ið telur yvir 100 starvsfólk, er skipaður við stjórum fyri hvørt land sær, umframt einum stjóra fyri samtakið.

Áður hevur samtaksstjórin eisini verið stjóri í Føroyum. Hetta verður nú broytt, og tí verður farið undir eina tilgongd at seta stjóra fyri GroAqua Føroyar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder