Innanlands

Daniel Hákunsson Dam verður nýggjur stjóri á Vónini

Hjalmar Peteren, sum hevur verið stjóri síðan 2001, fer frá 1. mars

Daniel Hákunsson Dam yvirtekur formliga sum stjóri 1. mars næsta ár (Mynd: Vónin)

Daniel Hákunsson Dam yvirtekur formliga sum stjóri 1. mars næsta ár (Mynd: Vónin)

2025-11-25 11:26 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hjalmar Petersen, sum hevur verið stjóri á Vónini síðan 2001, gevst í starvinum, og Daniel Hákunsson Dam, fíggjarstjóri tekur yvir, boðar Vónin frá í tíðindaskrivi fyrrapartin.

– Eftir nærum 30 árum við trúgvari tænastu hevur Hjalmar Petersen avgjørt at gevast í starvinum. Hjalmar hevur verið ein lykilpersónur í menningini av Vónini síðan 1996 og hevur verið stjóri síðan 2001. Hansara ágrýtni hevur gjørt Vónina til ein leiðandi framleiðara og mennara av útgerð til fiski- og alivinnuna, skrivar Vónin.

– Hjalmar eigur eina hjartans stóra tøkk fyri hansara ómetaliga íkast til framgongdina og sterka fíggjarliga støði í gjøgnum árini.

Daniel Hákunsson Dam yvirtekur formliga sum stjóri 1. mars næsta ár.

Daniel hevur verið fíggjarstjóri hjá Vónini síðan fyrst í 2021 og kennir væl til virksemið og samtakið sum heild. Hann er 35 ára gamal, útbúgvin cand.merc. frá Aalborg Universitet og hevur áður arbeitt í Danmark við rakstrar- og fíggjarstýring, áðrenn hann flutti aftur til Føroyar í 2020.

Vónin boðar frá, at Hjalmar heldur fram sum stjóri til endan av februar og fer síðani at stuðla nýggja stjóranum í tveir mánaðir, samstundis sum hann fullførir byggingina av alitænastustøðini í Kyleakin á Skye í Skotlandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder