2026-01-27 14:43
Arbeiðið við nýggju turrdokkini á Skála gongur sum ætlað, sigur Articon, sum ger arbeiðið.
Seinastu tíðina hevur verið arbeitt við eini fyribilsbyrging, sum skal tryggja, at arbeiðið kann fara fram á turrum.
Byrgingin er gjørd úr spunsi og fylt við 20.000 tonsum av sandi, sum felagið Sandship hevur ført á staðið.
Nýggja dokkin verður 150 metrar long, 33 metrar breið og 12 metrar djúp. Eftir ætlan verður dokkin liðug seinni í ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald