
Donsku skipini hava seinastu tíðina fiskað svartkjaft vestanfyri Írland.
Fyrr í vikuni landaði stóra danska uppsjóvarskipið Ruth, sum føroyingurin Gullak Madsen eigur, eina svartkjaftalast í Skagen.
Teir hava landað 3000 tons av svartkjafti til virkið FF Skagen, og fiskiskapurin hendan túrin hevur verið góður.
Asbjørn, sum familjan Magnussen í Hirtshals eigur, hevur somuleiðis landað svartkjaft í vikuni, men hvat nøgdin hjá teimum var, vita vit ikki.
Tá ið Ruth hevði landað, slapp Gitte Henning, sum er størsta fiskiskipið í danska flotanum, framat.
Gitte Henning hevði 3200 tons av svartkjafti, sum eisini teir hava fiskað vestanfyri Írland.
Tá ið Gitte Henning hevur landað, fara teir at fiska nebbasild.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald