2025-10-19 15:38

Donsku uppsjóvarskipini Asbjørn og Beinur eru komin til Føroya at landa makrel.
Beinur hevur beint undir 700 tons, sum verður landað til Varðan Pelagic. Júst hvussu nógv Asbjørn hevur vita vit ikki.
Bæði skipini hava fiskað bretskum sjógvi hendan túrin, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Av tí at ICES mælir til eina sera stóra lækking av makrelkvotuni, so er prísurin farin sera nógv upp. Sum skilst er makrelprísurin omanfyri 30 krónur kilo.
Beinur (Savnsmynd)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald