Fyri flestu ungfólk í Havn er leiðin eftir fólkaskúlan løgd móti Glasi, men hjá 20 ára gamla Andreas Winther Klit var kósini ein onnur. Hann visti ikki rættiliga, hvat hann vildi eftir fólkaskúlan, men tá pápi ein vinmann segði, at teir manglaðu fólk á Sjúrðaberg, tók hann kjansin. Hann hevur siglt síðani 2021, men er nú farin undir útbúgving á Vinnuháskúlanum.
Sjólívið hjá Andreasi Winther Klit byrjaði á Sjúrðarberg.
- Pápi ein vinmann var við Sjúrðaberg og teir manglaðu ein mann eitt summar. Eg visti ikki, hvat eg skuldi gera, so eg fór við og havi verið har síðani, sigur hann.
![]()
Hann hevur fyri tað mesta siglt við Sjúrðarberg og Emerald, men hevur eisini tikið onkrar túr við Sandshavinum og Safir. Fyri tað mesta hevur hann tó siglt við frystitrolara í Barentshavinum og tað fyrsta árið hann sigldi, var hann burtur í eitt ár út í eitt, fortelur hann.
- At vera so leingi burtur er fínt, tá tú ert ungur. Men tá tú blívur eldri og skal hugsa um damu og familju, gerst tað tyngri. Tá er betri at fáa ein fastan ordning. Tað eru tó enn ov nógv skip, sum ikki hava ordning, heldur Andreas Winther Klit.
![]()
![]()
Tað týdningarmesta fyri trivnaðin umborð er manningin og at samanhaldið umborð er gott.
- Eg veit um fleiri ungar mans, sum hava verið onkran túr við, men eru endaðir saman við eldri monnum, sum bara ganga og rópa og skrála. Tá kann vera torført hjá einum ungum at trívast.
Tá Andreas var við Emerald var tað ein ung manning, teir flestu vóru í 20’unum, meðan yvirmenninir vóru eitt sindur eldri.
- Tað er óvanligt á einum skipi, men tað gekk sera væl. Samanhaldið gott, og vit gleddu okkum altíð at koma umborð aftur, tá túrurin nærkaðist aftur.
Onkrar viðmerkingar fullu, tá ungi havnamaðurin kom umborð á klaksvíkstrolaran Sjúrðarberg.
- Tað var sjálvandi ein óvanlig støða fyri meg, sum var ungur, feskur og óroyndur. Men um tú tímir at arbeiða og vísir áhuga, so verður tú tikin seriøst og teir tíma betri at læra teg, greiðir Andreas frá.
![]()
Hann heldur, at eitt, sum man halda nógvum ungum frá at royna sjólívið, er óttin fyri at missa okkurt.
- Nógv ung hava ringt við at vera so nógv burtur og missa so nógv. Fyrr hevði man ikki telefon og internet umborð, so man fekk ikki so nógv at vita. Nú fær man alla tíðina dagføringar og verður mintur á alt, sum man ikki upplivir heima, tí man er úti. Nú haldi eg, at eg virðismeti høgtíðir og annað meiri, tí tað er meiri sjáldsamt, at eg eri heima til tær, sigur hann.
Andreas Winther Klit heldur, at føroyingar eiga at hyggja til Noregs at fáa íblástur til at fáa fleiri ung at velja sjólívið.
- Í Noregi bjóða nakrir miðnámsskúlar sjólív sum eina yrkisbreyt. Tá skalt tú í læru umborð á einum skipi sum lið í skúlagongdini. Soleiðis fært tú royndir og fær prógva teg umborð og betri møguleika at fáa ein fastan kjans, greiðir hann frá.
Hann heldur eisini, at vinnan eigur at gerast meira sjónlig fyri ungum. Hann vísir á, at miðnámsskúlarnir eru dugnaligir at vitja fólkaskúlarnar og marknaðarføra seg, men eingin kemur úr vinnuni at greiða frá møguleikunum. Til dømis vita fá, at man við 18 mánaða siglingstíð kann koma á Vinnuháskúla uttan miðnámsprógv.
Um ein ætlar sær kjans, so er bara at halda seg framat og spyrja seg fyri hjá skiparum og reiðaríum, greiðir hann frá.
- Tú mást finna teg í, at tú skalt arbeiða teg upp eftir frá teimum eldru skipunum til tey nýggjaru og flottaru, sigur hann.
![]()
Hann óttast tó, at tað er verri og verri hjá ungum at sleppa framat.
- Fyrr var meiri lív niðri á keiini, tá skip komu inn. Menn og unglingar runnu um beinini á hvørjum øðrum, man kundi hjálpa til á ymiskan hátt og soleiðis koma at kenna skipini. Nú eru viðurskiftini so nógv broytt og meiri fiskur verður landaður uttanlands, so umstøðurnar eru ikki tær somu. Samstundis gerst tað alsamt meiri vanligt, at útlendingar sigla við, kanska serliga á teimum minni lønandi skipunum, sum annars høvdu verið eitt gott stað hjá ungum at byrja, sigur hann.
Sjálvur er hann nú farin á Vinnuhásjúla at lesa til skipara.
- Eg haldi, at fiskiskip eru meiri spennandi enn til dømis farmaskip og dreymurin er heilt víst at føra ein trolara, sigur Andreas Winther Klit.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald