Tann seinasti maðurin, sum varð bjargaður av Kambi, helt sær fastan á skipssíðuni í hvussu so er í tríggjar tímar áðrenn hann varð bjargaður.
Um hálvgun ellivu tíðina komu boðini um, at Kambur varð sokkin.
Løgreglan fekk boðini frá skiparanum sjálvum, sum ringdi á alarmsentralin klokkan 07.45 í morgun. Boðini ljóðaðu, at Kambur hevði fingið ein sjógv, og at teir høvdu brúk fyri hjálp beinanvegin.
Bjargingarætlanin varð sett í gongd, og bjargingartyrlan hjá Atlantsflogi send avstað. Tá tyrlan kom fram stóðu 14 mans á skipssíðuni.
Tá tann trettandi maðurin var komin upp í tyrluna, var ikki møguligt at taka fleiri við, og seinasti maðurin mátti vera eftir á neyðstadda skipinum.
Klokkan 08.13 kom tyrlan til Froðbiar, haðani teir 13 menninir vórðu fluttir á Suðuroyar Sjúkrahús.
Í fyrstu atløgu upplýsti løgreglan í morgun, at 12 mans vórðu tiknir við tyrluni. Men rætta talið var 13.
Tyrlan fór beinan vegin á leiðina aftur eftir tí 14. manninum. Tað var ikki lætt at fáa fatur á honum, men kl. 10.05 var hann fingin upp í tyrluna. Minni enn ein hálvan tíma seinni komu boðini um, at skipið var sokkið.
16 mans vóru við Kambi. Óvist er hvør lagnan er hjá teimum báðum seinastu. Um teir møguliga hava verið læstir inni í skipinum ella farnir á sjógv. Eftir øllum at døma var tað ikki eydnast teimum at koma út á síðuna á skipinum, tá tað legði seg.
Teir saknaðu eru 47 og 57 ára gamlir.
Øll manningin er føroysk.
Aldan var seks metrar høg og vindferðin 12 metrar um sekundið, tá neyðarkallið kom.
Fleiri skip og tyrla leita í løtuni eftir teimum saknaðu. Tað er greitt, at ein av bjargingarbátunum á Kambi er blástur upp, men óvist er um nakar persónur er umborð.
Jón Klein Olsen upplýsir, at tey avvarðandi hjá øllum monnunum, bæði teimum bjargaðu og teimum saknaðu, eru kunnað nú.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald