Týsmorgunin, 1. mars, sendi danska frystifarmaskipið Klevstrand út neyðarkall 100 fjórðingar í ein útnyrðing úr Føroyum. Stormur var á leiðini, og teir høvdu fingið ein sjógv, og sjógvur var komin í maskinrúmið.
- Vit vóru ávegis úr Íslandi til Danmarkar, og vóru staddir umleið 100 fjórðingar vestur úr Føroyum. Veðrið var ringt, eini 30 - 40 metrar um sekundið og aldan var um 12 metrar høg. Tað gekk rímiliga væl at sigla, men so brádliga kom ein stórur sjógvur upp við stýriborðssíðu og breyt inn yvir skipið. Tað sigur skiparin, Hanus Christiansen.
- Sjógvurin breyt hurðina inn í stýriborð á bátadekkinum, og sjógvur fossaði inn í kømrini á tí dekkinum og niður í messuna og í kømrini niðriundir. Sjógvur kom eisini niður í maskinrúmið gjøgnum kanalirnar hjá maskinrúmsblásarunum, so støðan var hættislig, og tað var ein ógvuslig uppliving, sigur hann.
- Vit fingu streymslit, tí nógvur yvigangur kom í elskipanina av sjónum, men høvuðsmotorurin gekk. So har var einki annað at gera enn at senda út neyðarkall, sigur Hanus.
- Trolarin Brestir var skjótt hjá okkum og tyrlan hjá Atlantic kom nakað seinni. Tá var vindurin minkaður, og tamarhald var á støðuni, so vit fóru ikki av skipinum. Brimil kom seinni og fylgdi okkum á Fuglafjørð, sigur hann.
(Mynd: Andrias Mouritsen)
- Veðrið var sera ringt, og einasta turra uppihaldarúmið, var brúgvin. Har hildu vit til í yvirlivilsisdraktum í eitt samdøgur og stýrdu við hond. Tað var hvørki ljós ella hiti umborð, tí hóast vit fingu ljósmotorarnar í gongd aftur, var so nógvur yvigangur í elskipanini, at vit fingu ikki koblað teir til elskipaninna, sigur Hanus.
- Lastin, sum var 870 tons av frystum slógvi, er farin við øðrum skipi til Danmarkar. Skipið liggur nú Fuglafirði og verður kannað og sett í stand, og fer avstað aftur so skjótt, klárt er at sigla, sigur hann.
- Familjan hjá mær varð ógvuliga illa við av at hoyra í fjølmiðlunum, at Klevstrand hevði sent út neyðarkall. Tey vistu av ongum, tí vit fingu ikki boðað frá vegna streymslit, sigur Hanus Christiansen.
Sjómanstrúboðarin hevur vitjað umborð. Sunnudagin var hann saman við hinum av manningini til gudstænastu í Mariukirkjuni í Havn. Teir ynsktu at sleppa til gudstænastu har, og at takka fyri, at teir komu aftur í øllum góðum. Aftaná vísti trúboðarin teimum kend støð í høvuðsstaðnum. Teir vóru fegnir fyri útferðina og takksamir fyri arbeiðið hjá Sjómansmissiónini.
Teimum umborð á Klevstrand og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.
Myndina av Klevstrand í illveðrinum hevur Andrias Mouritsen tikið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald