
Mánadagin kom eldur í Alina, sum er fyrrverandi Næraberg. Hetta hendi út fyri Móritania í útnyrðingsafrika.
Neyðarkall kom mánanáttina, og tað var manningin sjálv, sum sendi boðini út, skrivar Russia Postsen sambært Fishfacts.
Ein tíma seinni komu skipini Pilot Whale, Marshal Krylov og eitt sindur seinni RTMK-C Simonas Daukantas. Manning varð flutt yvir á hesi skipini og eisini vóru nakrir av manningin fluttur á eitt móritansk herskip.
Eingin av manningini kom til skaða, men eygnaváttar siga, at skipið er koppað, skrivar Fishfacts.
Næraberg, sum er bygdur í 1990 og kom til Føroya í 2014, varð í fjør seldur av landinum til eitt felag í Warszawa. Trolarin varð seldur fyri 110 milliónir krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald