Innanlands

Emerald ávegis til Føroya

Emerald verður á Havnini í morgin, har trolarin skal taka útgerð umborð

Emerald (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Emerald (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2025-08-27 14:33 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Verksmiðkjutrolarin Emerald verður á Havnini í morgin, har trolarin skal taka útgerð umborð.

Emerald hevur júst landað umleið 850 tons av rækjum í Tromsø, og síðani legði skipið rækjuútgerðina í land í Noregi.

Emerald skal nú taka útgerð umborð í Havn, og síðani fer trolarin á kongafiskaveiðu, og at royna eftir toski.

Emerald er sera væl útgjørdur, og hevur millum annað møguleika at gera mjøl og lýsi umborð.

Hetta er fyrsti botnfiskatúrurin, sum trolarin skal gera, síðani skipið kom í føroyska flotan sum nýbygningur í 2023. Emerald hevur síðani tá roynt eftir rækjum.

Emerald verður á Havnini seinnapartin í morgin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder