Uttanlands

Emerald hjálpti at leita eftir manni á sjónum út fyri Gibraltar

Manningin á Emerald fekk eina hendingaríka uppliving út fyri Gibraltar, tá ið hon skuldi hjálpa til at leita eftir einum sjómanni, sum var dottin fyri borð av einum farmaskipið

2023-07-04 08:18 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Nýggi verksmiðjutrolarin hjá Pf. Havborg er á veg heim til Føroyar úr Turkalandi, og útfyri Gibraltar hoyrdu teir eitt neyðarkall á sendaranum. 

Talan var um eitt neyðarkall, har boðað varð frá, at ein sjómaður var dottin fyri borð á einum útlendskum farmaskipið.

Maðurin, sum datt á sjógv, sigldi við einum farmaskipið, sum var tætt við, og Emerald fór beinanvegin á staðið fyri at hjálpa til við leitingini.

Ein tyrla, sum var við í bjarginararbeiðnum, fann mannin umleið 500 metrar frá Emerald, og síðan tók ein bjargingarbátur frá landi mannin upp úr sjónum. Leitingin tók umleið 40 minuttir.

Maðurin var tíbetur funnin á lívi.

Emerald setti, eftir at maðurin var funnin í øllum góðum, aftur kós aftur móti Danmark, har skipið skal taka útgerð umborð, áðrenn skipið kemur til Føroyar.

Eftir ætlan verður Emerald í Føroyum tann 13. juli.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder