Innanlands

Enn ongar menningarkvotur

Vit nærkast týsdegi, men framvegis er einki at frætta um menningarkvoturnar

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum (Mynd: Jens Kr. Vang)

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum (Mynd: Jens Kr. Vang)

2018-08-13 22:58 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nú ein tími er eftir av mánadegnum er framvegis einki at frætta úr Fiskimálaráðnum um menningarkvoturnar, sum annars skuldu verða útlutaðar í dag ella í kvøld.

Arbeitt verður helst av øllum alvi at fáa politisku kabalina at ganga upp, tí sambært vp.fo kom Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum til Føroya við flogfari klokkan 20 í kvøld. Hann skuldi annars vera í Bulgaria í nakrar dagar í feriu, men ferðin varð brotin av.

Tað var leygardagin, at Fiskimálaráðið upplýsti fyri Kringvarpinum, at tey sum hava søkt um menningarkvotur fingu svar í dag, mánadag.

Dimma.fo skrivaði fyrr í dag, at ætlanin var at kunngera hvør hevur fingið menningarkvoturnar ídag, men ivasamt var um alt bleiv kunngjørt.

Les meira um tað her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder