2021-03-25 08:02
Flakatrolarin Enniberg, sum kom heimur Barentshavinum við 1000 tonsum í síðstu viku, er nú farin aftur til fiskiskap.
Enniberg loysti fyrrapartin í gjár, og setti kós móti Barentshavinum aftur, har teir hesaferð skulu fiska rækjur í russiskum sjógvi.
Við Enniberg eru 20 mans hendan túrin, og skipari er Karl Danielsen.
Enniberg roynir eftir rækjum við tveimum trolum, og manningin var spent at sleppa á rækjuveiðu.
Enniberg stutt áðrenn teir loystu av Havnini fyrrapartin í gjár (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald