2026-08-29 08:31
Flakatrolarin Enniberg loysti av Havnini í nátt, og sett kósina á Hulk, har skipið skuldi bunkra.
Síðani hevur skipið sett kós norðureftir, og fer nú á kongafiskaveiðu.
Seinastu tíðina hevur Enniberg verið á rækjuveiðu við Svaldbard, og landaði seinasta túr 486 tons av rækjum í Noregið.
Síðani kom Enniberg á Havnina, har rækjuútgerðin bleiv løgd upp, og síðani bleiv útgerð til fiskiskapin eftir kongafiski tikin umborð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald