Innanlands

Enniberg kom á Havnina mánadagin

Enniberg hevði 530 tons av flaki við til lands

Enniberg (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Enniberg (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-12-22 11:08 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Flakatrolarin Enniberg kom á Havnina mánadagin, har skipið skuldi landa.

Enniberg hevur verið og fiskað í russiska partinum av Barentshavinum, og høvdu teir 530 tons av flaki við.

Manningartalið seinasta túr taldi 33 mans, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur hendan túrin.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder