2024-07-03 06:56
Flakatrolarin Enniberg kom stutt eftir midnátt á Havnina, har skipið skal landa.
Enniberg hevur verið til fiskiskap í Barentshavinum, og við til lands hevur flakatrolarin umleið 750 tons.
Fiskiskapurin hevur verið góður, tó kom steðgur í, av tí at Enniberg fekk boð um at gevast við fiskiskapinum frá russiskum myndugleikum.
Tað vísti seg skjótt at vera ein misskiljing, og Enniberg byrjaði at fiska aftur, tó misti skipið eini tvey samdøgur í rokfiskiskapi.
Enniberg hevur nú fiskað sína kvotu í Barentshavinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald