Innanlands

Eydnaðist at merkja 1551 fiskar á Landgrunninum

Tað er í størstan mun toskur, sum verður merktur, men umframt hann vórðu bæði hýsa, upsi, kalvi, tunga, reyðsprøka og havtaska merkt í ár

2025-10-16 17:09 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Havstovan: Tað eydnaðist at merkja 1551 fiskar á Landgrunninum á merkingatúrinum í ár, hóast veður og onnur viðurskifti avmarkaðu longdina á túrinum.

Tað er í størstan mun toskur, sum verður merktur, men umframt hann vórðu bæði hýsa, upsi, kalvi, tunga, reyðsprøka og havtaska merkt.

Kanningin, sum Havstovan ger við at merkja fisk, er m.a. fyri betri at skilja ferðingarmynstrið hjá fiskinum. Hetta avhongur tó av, at tey, sum fáa ein merktan fisk, boða Havstovuni frá og lata Havstovuni fiskin til víðari kanningar.

Mann fær góðan kiloprís fyri fiskin, umframt finningarløn og lutaseðlar, har mann er við í einum árligum lutakasti um 12.500 kr.

Túrfrágreiðing frá merkingartúrinum sæst her.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder