Lítla nóta- og trolskipið Eysturbúgvin, sum kom til Føroya fyri fyrstu ferð í mars í 2023, skifti eigarar tann 19. december.
Talan er um felagið Skipafelag 1, sum er eitt dótturfelag hjá Varðanum, sum hevur keypt Eysturbúgvan. Umframt Eysturbúgvan, so eigur felagið eisini Heyk og Stelk.
Hóast Varðin nú eigur Eysturbúgvan, so hevur samtakið ongar ætlanir um at hava skipið í flotanum, og tí hevur Varðin sett Eysturbúgvan á sølulista, og er tað meklarafyritøkan Atlantic Shipping, sum stendur fyri søluni.
Felagið Gullenni, sum eisini er eitt dótturfelag hjá Varðanum yvirtekur gulllaksakvotuna, sum uppsjóvarskipið Tummas T skal fiska, meðan botnfiska loyvini og fiskidagarnir hjá Eysturbúgvanum eru fluttir yvir á Heyk og Stelk, sum Skipafelag 1 eisini eigur. Sama felag letur eisini í løtuni Dunga Jákup byggja hjá Mest á Skála.
Atalntic Shipping stóð eisnii fyri søluni tá ið skipið bleiv keypt til Føroya í 2023.
Hvat samtakið unskir fyri Eysturbúgvan stendur ikki í sølulýsingini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald