Innanlands

Eysturbúgvin sokkin

Vesturbúgvan og Eysturbúgvan stoyttu í morgun saman á gullaksaveiðu, sigur MRCC. Øll manningin varð bjargað og hevur tað gott eftir umstøðunum

(Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

(Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2022-04-14 09:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Beint fyri klokkan fimm føroyska tíð stoyttu Vesturbúgvin og Eysturbúgvin saman suðuri móti markinum sunnanfyri Føroyar.

Tað upplýsir MRCC í fráboðan í morgun.

Eysturbúgvin sakk eftir stuttari løtu. Øll manningin, sum taldi sjey, var skjótt bjarga umborð á Vesturbúgvan við MOB bátinum. Allir hava tað gott eftir umstøðunum. Vesturbúgvin er á veg heim.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder