Innanlands

Fagraberg fiskar svartkjaft í íslendskum sjógvi

Fagraberg er einasta uppsjóvarskipið, sum er til fiskiskap í løtuni

Fagraberg (Savnsmynd: EMS Photo)

Fagraberg (Savnsmynd: EMS Photo)

2025-10-07 19:06 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Fagraberg er í løtuni til fiskiskap í íslendskum sjógvi.

Fagraberg er á svartkjaftaveiðu í íslendskum sjógvi, har fleiri onnur íslendsk skip eisini royna. 

Flestu føroysku uppsjóvarskipini bíða eftir at sildafiskiskapurin skal taka seg upp seinni í oktober, og tí eru fá uppsjóvarskip til fiskiskap í løtuni.

Christian í Grótinum liggur tó á Kollafirði, og skiftir weir, og riggarseg til at fara á svartkjaftaveiðu. Um teir fara í íslendskan sjógv, ella royna undir Føroyum vita vit tó ikki.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder