2021-10-23 20:31
Uppsjóvarskipið Fagraberg hevur júst landað 920 tons av makreli í Egersund.
Fagraberg hevur verið á makrelveiðu í norskum sjógvi, og upplýst verður, at fiskiskapurin hevur verið hampiligur.
Talan er um góða stødd - 480 gramm í miðal, og Fagraberg er nú ávegis aftur á fiskifeltið at fiska makrel.
Verið hevur verið keðiligt seinastu dagarnar, men nú byrjar at batna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald