Innanlands

Fagraberg hevur landað svartkjaft í Fuglafirði

Fagraberg hevur landað 2900 tons í Fuglafirði

Fagraberg (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Fagraberg (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2022-03-14 09:31 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Fagraberg fór tíðliga í morgun aftur á svartkjaftaveiðu.

Fagraberg kom leygarkvøldið á Fuglaførð, har teir skuldu landa 2900 tons av svartkjafti til Havsbrún, sum teir høvdu fiskað í altjóða sjógvi vestanfyri Írland.

Hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til mjøl og lýsi, og síðan til fóður.

Fagraberg er fyrsta skipið, sum hevur fiskað svartkjaft í altjóða sjógvi í ár, men nú er nýggi Christian í Grótinum eisini ávegis suður á feltið vestanfyri Írland. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder