2026-04-23 14:18
Uppsjóvarskipið Fagraberg kom í gjár á Fuglafjørð, har skipið skal landa.
Fagraberg hevur verið á svartkjaftaveiðu sunnanfyri Føroyar, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Veiðan verður landað til Havsbrún, og farið verður aftur til fiskiskap tá ið liðugt er at landa.
Hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald