Innanlands

Fagraberg landar svartkjaft í Fuglafirði

Fagraberg skal landa 2.300 tons av svartkjafti til Havsbrún

Fagraberg (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Fagraberg (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2024-02-14 07:05 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Fagraberg kom í gjár kvøldið á Fuglafjørð, har skipið skal landa 2.300 tons av svartkjafti.

Fagraberg hevur verið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.

Veiðan verður landað til Havsbrún, har svartkjafturin skal landst til ídnað.

Svartkjafturin verður framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður.

Fagraberg fer aftur á svartkjaftaveiðu tá ið liðugt er at landa. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder