Fagraberg landar svartkjaft í Fuglafirði

Fagraberg landar umleið 2.900 tons av svartkjafti til Havsbrún

Fagraberg á Fuglafirði í dag (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Fagraberg á Fuglafirði í dag (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2025-02-16 22:12 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Fagraberg er komið á Fuglafjðr, har skipið skal landa svartkjaft.

Fagraberg hevur verið á svartkjaftaveiðu í altjóða sjógvi vestanfyri Írland, og fiskiskapurn hevur verið góður.

Fagraberg byrjaði at landa til Havsbrún seinnapartin í dag, og tá ið liðugt er at landa, verður farið aftur á svartkjaftaveiðu við Írland.

Hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder