Uppsjóvarskipið Fagraberg hevur verið seinasta túrin fyri reiðaríið Framherja í Fuglafirði, sum hevur átt skipið seinastu 20 árini.
Framherji undirskrivaði síðst í 2024 undir sáttmála um keyp av uppsjóvarskipinum Serene úr Hetlandi. Serene verður yvirtikin 1. mars, og fær navnið Fagraberg.
- Fagraberg hevur verið seinasta túrin fyri okkum, og nú skal útgerð og annað í land. Vit yvirtaka nýggja Fagraberg 1. mars í Skagen, og síðani skal skipið í dokk, har okkurt smátt skal gerast við skipið áðrenn tað fer í vinnu, sigur Anfinn Olsen, reiðari.
Núverandi Fagraberg skal seljast, og sum skilst eru fyrispurningar komnir uppá skipið, men einki ítøkiligt er komið burtur úr enn.
Hóast nýggja skipið er átta ár tá ið Framherji yvirtekur skipið, so er talan um eitt skip, sum er sum nýtt, av tí at hetlendingar ikki fiska líka nógv sum føroyingar, og av tí sama er minni slit á skipunum.
Nýggi Fagraberg hevur ein MAN motor við knapt 10.000 hk.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2024/12/09/890x590/1733751727wxjghglcz3.webp)
Serene kemur undir føroyskt flagg 1. mars, og fær tá navnið Fagraberg (Savnsmynd: Ivan Reid)
Serene er ikki útgjørt at fiska við nót, og merkir hetta at skipið einans fer at trola eftir uppsjóvarfiski., og fer tí ikki at fiska lodnu, men tað verður Høgaberg, sum kemur at fiska hetta fiskaslagið.
Við nýggja Fagraberg fær Framherji ikki bara eitt munandi nýggjari skip, men eisini eitt munandi størri skip.
Nýggi Fagraberg er 82 metrar langur, og heili 17,2 metrar breiður.
Samanbera vit hetta skipið við núverandi Fagraberg, so er núverandi skip somu longd, men góðar 14 metrar breitt, og hetta kemur at merkjast hjá manningini, sum fær munandi hugaligari umstøður umborð tá ið siglt verður langar teinar eitt nú á makrelveiðu við Hetland ella svartkjaftafiskiskapin við Írland.
Hóast nýggi Fagraberg er størri, so lastar gamli Fagraberg meira, tí skipið frá 2018, lastar beint undir 3.000 tons við køling, og núverandi Fagraberg lastar væl oman fyri 3.000 tons við køling.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald